Í løtuni sita bert tvær kvinnur í Løgtinginum. Heidi Petersen úr Tjóðveldisflokkinum hevur biðið um farloyvi í 10 dagar. Tí tók næstvalda umboð á tjóðveldislistanum í Norðstreymoy, Niklái Petersen, sæti á Tingi í dag, tá tingfundurin varð settur kl. 13.30. Hetta er fyrstu ferð hann situr í Tinginum í hesum valskeiðnum. Niklái Petersen sat annars sum tinglimur fyri Tjóðveldisflokkin frá 2002 til 2004.