Niklas Foldbo 70 ár

Hósdagin 8. mars varð Niklas Foldbo á Toftum 70 ár. Føðingardagurin verður hildin leygarkvøldið 17. mars á Svangaskarði, har øll eru hjartaliga vælkomin.

                      Niklas er toftamaður. Foreldrini vóru Inga fødd Johannesen og Óli Foldbo. Mamman var ættað av Líðarenda á Nesi, og pápin var ættaður við Rætt á Toftum. Inga var gift tvær ferðir. Fyrri maðurin, Sofus, var beiggi seinna mannin. Sofus fórst við Annu í 1924. Inga og Sofus áttu Jóhanna Hansen á Glyvrum, Kathrina Klein í Vestmanna og Sofía Højgaard á Toftum. Børnini hjá Ingu og Óla eru Sofus í Leirvík, Jovina Højgaard á Toftum, Jóhan Christian í Leirvík og Niklas. Eftir á lívi av systkinaflokkinum eru Sofus, Jóhan Christian og føðingardagsbarnið.
                      Niklas lærdi til snikkara á Glyvrum hjá Jacob Petersen ella Jakku á Verkstaðnum, sum hann varð nevndur. Niklas var avlærdur í 1957, og í 1960 fór hann niður til Danmakar at læra til verkfrøðing. Niklas leyk prógv sum bygningsverkfrøðingur frá verkfrøðingaskúlanum í Horsens í 1964.
                      Eftir lokna útbúgving arbeiddi Niklas eitt skifti í Danmark. Í 1965 flutti hann til Havnar og fór í starv hjá Landsbyggifelagnum. Niklas var hjá hesum felagnum í fimm ár, og millum uppgávurnar, sum hann fekst við, vóru skervverkið í Hundsarabotni og uppmátingar eitt nú í Kirkjubø og við Streymin. Tá ið Sandvíkartunnilin varð fyrireikaður og bygdur, var Niklas við til at máta upp og hava eftirlit.
Í 1970 flutti Niklas heim á Toftir at búgva, og um somu tíð fór hann í starv hjá Phil & Søn. Niklas var um sama mundið uppi í havnagerðini í Runavík og við útdýpingini og við Streymin og við at gera brúnna um Streymin. Phil & Søn gjørdi nógvar tunlar kring landið, og Niklas var byggileiðari, tá ið Norðskálatunnilin og Leynatunnilin vórðu gjørdir.
Á heysti í 1976 fór Niklas í starv hjá Landsverkfrøðinginum, har hann gjørdist deildarleiðari á Lambareiði.
Landsverkfrøðingurin stóð sjálvur fyri fleiri tunnilsarbeiðum. Tað var so upplagt, at royndirnar hjá Niklasi á hesum økinum komu stovninum til góða, og Niklas var 1978-81 byggileiðari, tá ið tunlarnir vórðu gjørdir í Kalsoy, og síðani í Leirvíkstunlinum, sum var liðugur í 1985.
 Niklas arbeiddi hjá tí almenna inntil ár 2000. Tá gjørdist hann byggileiðari í Vágatunnlinum, og hann var eisini uppií, tá ið Norðoyatunnilin var gjørdur.
Boð hava verið eftir Niklasi í almennum nevndararbeiði. Eitt nú var hann formaður í nevndini fyri Menningargrunnin í eini 20 ár. Í 1976 varð Niklas valdur í bygdarráðið fyri Nes kommunu. Har sat hann inntil hann ikki stillaði uppaftur í 1984.
Niklas hevur verið sera arbeiðssamur, nágreiniligur, miðvísur og tilvitaður um, hvat málið hevur verið. Tað er komið so mongum til góða.
Tað hevur ofta verið tikið til, hvussu hendinga væl tað hepnaðist, tá ið Eysturoyar Ellis- og Røktarheim varð bygt. Niklas var formaður í bygginevndini, sum í 1984 handaði kommununum í oynni stak væl úr hendi greitt arbeiði.
Í 1980 varð Niklas valdur í kirkjuráðið fyri Nes prestagjald. Síðani 1990 hevur Niklas  verið formaður. Tá ið Fríðrikskirkjan varð bygd fyrrapartin av nítiárunum, var kirkjuráðið sjálvt byggiharri, og Niklas var undangongumaður fyri at fáa kirkjuna bygda. Tað eydnaðist stak væl, hóast tíðirnar vóru trongar. Niklas var ein av stigtakarunum fyri at seta felagið fyri kirkjuráðslimir á stovn, og har var hann fyrsti formaður 1994-2000. Niklas var ein av teimum, sum legði stóra orku í at fáa leguhúsið í Nesvík liðugt.
Niklas hevur í nógv ár verið limur í Lions, har hann eisini hevur tikið sítt formanstørn. Hann hevur altíð verið áhugaður í ítrótti og tí, sum hevur við Tofta Ítróttarfelag og Svangaskarð at gera. Frammanundan at ítróttarfelagið á Toftum varð stovnað í 1962, var Niklas í 1957 við til at stovna NSÍ, sum hann var fyrsti formaður í.
Niklas spældi í síni tíð hondbólt og róði kapp. Á Svangaskarði hevur hann tikið fleiri tørn sum nevndarlimur. Tað síðsta var lokið, tá ið hann á aðalfundi síðsta sunnudag boðaði frá, at hann ikki tók við aftur nevndarvali. Í sambandi við byggingina av húsum og vallum á Svangaskarði hevur Niklas verið størsti stuðulin hjá navnanum og vinmanninum, Niclasi Davidsen, sum sunnudagin legði frá sær eftir 25 ár í formanssessinum í Tofta Ítróttarfelag.
Niklas Foldbo giftist í 1963 við Rakul fødd Johannesen og ættað av Hellunum. Hon er sjúkrasystir, og tey eiga snotuligt og hugnaligt heim omanfyri við Rætt. Rakul og Niklas eiga tríggjar døtrar: Inga er akademiøkonomur, Helga er studentaskúlalærari og Óluva sjúkrasystir. Inga og Óluva búgva í Havn, og Helga býr við Norðskála. Niklas eigur tvey abbabørn – ein drong og eina gentu.                            J