Ovast á leikaralistanum til spælifilmin NINA standa trý nøvn, tvey donsk og eitt føroyskt. Umframt teir tríggjar høvuðsleikararnar verða statistar í hópatali eisini at síggja á løriftinum, men tey trý Marie T. Søderberg, Nikolaj D. Schmidt og Mike Viderø eru tey, sum fyrst og fremst fortelja søguna um Ninu.
Parið í høvuðsleikutunum eru donsku Marie Tourell Søderberg og Nikolaj Dencker Schmidt, ímeðan Mike Viderø spælir triðja høvuðsleiklutin sum presturin Fríði. Talan er sostatt um eina blandaða, evnaríka og tilsamans sera sterka manning. 29-ára gamla Marie, sum spælir høvuðsleiklutin Nina, er eitt nú kend úr dramarøðini “1864” hjá DR eftir Ole Bornedahl. Harumframt spældi hon leiklutin sum Iben í spælifilminum “Steppeulven” frá 2014, umframt at hon hevur lagt rødd til vælumtóktu Violettu, sum serliga tey yngru kenna úr røðini “Violetta á Disney Channel.
Ímeðan Maria Winther Olsen og hennara manning fara at postprodusera NINA í heyst, verður Marie Søderberg aftur at síggja á DR-skránni í dramarøðini “Herrens veje”, sum Adam Price hevur skrivað og leikstjórnað.
Hinir báðir høvuðsleikararnir eru menn. Danin Nikolaj Dencker Schmidt spælir sjeikurin hjá Ninu, William. Umframt at hava spælt fleiri stuttfilmar, hevur Nikolaj eisini verið at sæð í eini DR-røð, nevniliga “Historien om Danmark”, sum varð víst fyrr í ár. Hin mannligi høvuðsleikarin er føroyski Mike Viderø, sum spælir presturin Fríði. Mike kenna tey flestu, sum hava fylgt við føroyskum undirhaldi seinnu árini, eitt nú spældi hann við í dramakonsertini “Rósa Maria”, sum varð spæld í Norðurlandahúsinum seint í 2015, umframt at hann eisini hevur gjørt seg galdandi sum sangari.
- Eg eri ómetaliga stolt og takksom fyri at hava arbeitt við hesum trimum leikarunum. At sleppa at arbeiða við Marie og Nikolaj, sum bæði hava útbúgving sum leikarar og hava drúgvar royndir frá filmi, hevur verið heilt fantastiskt. Og so hevur mítt arbeiði við at fyrireika Mike, ið aldrin hevur spælt film fyrr, verið ótrúliga spennandi, og eg gleði meg til øll skulu síggja, hvussu stórt natúrtalent Mike er, sigur Maria Winther Olsen.
Umframt teir tríggjar høvuðsleikararnar eru heilt nógvir statistar eisini brúktir í filminum, og hesar hava framleiðararnir funnið á fleiri ymiskum støðum.
– Vit hava í stóran mun latið upp fyri, at filmáhugað hava fingið møguleikan fyri at vera við sum statistar og hjálparfólk umvegis lýsingar á sosialu miðlunum, men so eru eisini nakrir statistar, sum vit av berari tilvild hava hitt í eitt nú Mikladali og tey hava vit so fingið lokkað við, sigur Maria Winther Olsen og leggur afturat, at hetta eisini sigur nakað um hjálpina og vælvildina, tey hava hitt í samband við verkætlanina.