Leingi var tap í hendi hjá liðnum hjá Hanusi Sørensen, NK Triglav í dystinum á heimavølli móti Ilirija í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini.
Ilirija legði seg á odda aftaná 20 minuttirs spæl, og teir vóru leingi á sigurskós. Men í 88. minutti fekk NK Triglav eitt brotsspark, ið Marko Brkić var settur at taka sær av. Hann sveik ikki, og so fekk Triglav eitt stig burturúr dagsins uppgerð.
Triglav er nummar fýra í deildini við 36 stigum. Teir hava níggju stig upp til næstfremsta liðið, Grosuplje og 10 stig upp til oddaliðið, Nafta.
Komandi fríggjadag klokkan 14.30 hevur Triglav dyst á útivølli móti Slovan Ljubljana.











