Hetta sigur Kinna poulsen, listaummælari, millum annað í heilsu síni til Norðurlandahúsið á listaportal.com, nú húsið fyllir 40 ár.
Norðurlandahúsið hevur havt sín ómissandi part av og týdning fyri tann stóra listaliga upptúrin, sum vit enn eru í ferð við. Tað var frá byrjan inspirerandi og fullkomiliga øðrvísi í Føroyum at uppliva listina tikna í so stórum álvara – frá byrjan hevði Norðurlandahúsið sjáldsamt format og framfýsni – arkitektoniskt, listaliga, men eisini hugsjónarliga og tað hevur húsið framvegis – eisini tá tey flagga við LGBT flagginum ella seta kríggið í Ukraina á skránna, skrivar Kinna Poulsen millum annað á www.listaportal.com, har heilsanin kann lesast í fullari longd.