NM-landsliðini sett

Landsliðið, sum skal umboða Føroyar í opna raðnum í NM-2003 í bridge er nú
sett.

Spælarararnir eru hesir:

Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen
Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen
Per Kallsberg - Dánjal Pauli Mohr

Venjari og liðskipari er Svend Novrup, sum hevði framúr góð úrslit við
føroyska landsliðnum í Itaiu í fjør summar.

Svend sigur sjálvur frá, at við royndunum frá EM-2002 afturat tí støðuga góða
spælinum, sum fyrstnevndu 4 spælararnir hava víst í heimligu kappingunum í
vetur, var ongin trupulleika at seta teir á liðið.

Síðani vóru 2 pør, sum aspireraðu um landsliðsplássi, nevniliga Per og Balle
og harafturat ungu spælararnir Gunnar Mouritsen og Høgni Vesturklett.

Hesir seinru hava víst einastandandi spæl til tíðir og hava evnini og viljan,
sum skal til fyri at tryggja sær eitt pláss á landsliðnum. Tó helt hann teir
vera ov ungar og óroyndar enn í mun til Per og Balla, sum hava drúgvar
landsliðsroyndir m.a. í NM-høpi á baki.

Fyri at menna ungu spælararnar ver?ur nú kanna?, um fíggjarligir møguleikar
eru fyri at senda hesar til Junior-Camp og VM fyri junior-pør, sum verður í
Bulgaria í summar.

Kvinnuliðið
Aspirantarnir til kvinnuliðið vóru bert 3 pør, og tá hetta er talið av
spælarum, sum loyvt er at nýta, var liðið í veruleikanum sett frá byrjan við
hesum trimum pørunum, har 5 av spælarunum vóru á EM-landsliðnum í Italiu
(Henriette Svenstrup kundi ikki verða við tá).

Marjun Restorrf - Arnleyg Mikkelsen
Jóna Grunnveit - Henriette Svenstrup
Laila Danielsen - Maria Christiansen

Venjari og liðskipari er Marner Joensen.