Noah vann - Gullbrandur tapti

Bryne vann og Sandnes ULF tapti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Noah Mneney spældi allan seinna hálvleik, tá hann og liðfelagarnir í Bryne vunnu 1-0 á Ranheim á heimavølli. 

 

Sigursmálið skoraði Daniel Hermansson í 83. minutti.

 

Bryne er nummar 12 í deildini við 19 stigum. Bryne hevur nú átta stig niður til liðini, ið flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina, og tí var sigurin sera týdningarmikil.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF taptu 1-2 á heimavølli fyri Sogndal.

 

Sogndal kom á odda 1-0 tá 63 minuttir vóru farnir, men bara fimm minuttir seinni javnaði Kristoffer Hay til 1-1. Tað gingu tó bert 10 minuttir, so hevði Sogndal skorað sigursmálið.

 

Sandnes er nummar 13 í deildini við 17 stigum.

 

##med2##

 

Kongsvinger tapti 1-3 fyri Raufoss á heimavølli, og tí er liðið hjá Mikkjali Thomassen, Jóannesi Bjartalíð og Brandi H. Olsen, Fredrikstad fremst í deildini við 32 stigum.