Nobel virðisløntur yrkjari á Listastevnuni

Írski yrkjarin, Seamus Heaney, ið vann Nobels viðursløn innan bókmentir í 1995, og Liam O?Flynn, tann altjóða viðurkendi "uilleann piper" spælarin, verða at hoyra á Listastevnuni í ár.
Hetta verður einasta framførslan hjá teimum í 2005, hetta bert av tí at teir báðir hava djúpan persónligan áhuga í Føroyum. Síðsta ár í mai vóru teir báðir og framførdu ymsa staðni í Íslandi, og henda ferðin eydnaðist sera væl. Tó iðraðu teir seg um, at tað ikki lá fyri at koma til Føroyar. Men nú verður tað so!
Verkætlanin, ið Seamus Heaney og Liam O?Flynn fara at framføra í Føroyum, kallast "The Poet and The Piper", og her fer Seamus Heaney at lesa yrkingar aftur við pípuspælinum hjá Liam O?Flynn.
Yrkingarnar hjá Seamus Heaney bera dám av persónligum minnum, og eru merktar av hansara írska arvi og landslagnum í Norður Írlandi. Tann "uilleann" pípan, sum Liam O?Flynn spælir uppá, er ein keltisk sekkjapípa, lík tí skotsku. Ein munur á teimum báðum er tó, at uilleann pípan er betri hóska til inndura spæl.
Teir báðir hava arbeitt hart fyri at fáa yrkingarnar hjá Heaney og spælið hjá O?Flynn at passa saman á rætta hátt. "Tað er ein yndislig, dugnalig framførsla, ið er verd at lurta eftir ferð aftan á ferð," verður sagt um fløguna, ið teir hava spælt inn saman
www.claddaghrecords.com
Seamus Heaney og Liam O?Flynn spæla í Norðurlandahúsinum 8. august kl. 19.30. Fleiri upplýsingar um Listastevnuna eru at fáa á www.listastevnan.com