Nøkur foreldur fingu bót - og klipp í koyrikortið

Annars hevur verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan

Í gjáramorgunin, tá ið skúladagurin byrjaði, stóð løgreglan klára at taka ímóti bilunum, sum koyrdu børn í skúla ymsastaðni í Eysturoy. Løgreglan ger slíkar kanningar javnan og endamálið er at hyggja eftir um foreldur, sum koyra børnini í skúla, hava syrgt fyri, at børnini sita í trygdarbelti. Tá ið talan er um børn undir 15 ár, ella eru undir 135 sentimetrar, er tað altíð bilførarin, sum hevur skyldu at syrgja fyri at tey sita í trygdarbelti og barnasetri.

 

Løgreglan sigur, at í gjár vóru tað tað nøkur foreldur, sum ikki høvdu syrgt fyri, at børnini sótu í trygdarbelti og tað fáa tey 1.500 krónur í bót fyri, umframt at tey fáa klipp í koyrikortið.

 

Annars gjørdi løgreglan eisini ferðmátingar í bygdum øki í Eysturoynni, har tað er loyvt at koyra 50, og eisini har fingu nakrir bilførarar bót, og onkur fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tímarn. Bótin er 2.500 krónur.

 

Annars hevur veðrið ikki verið nakaðs serligt í nátt, tí tað hevur regnað illa, so tað hevur ikki eggjað til tað stóra útilívið. Og løgreglan sigur eisini, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt.