Yngsti løgmaður og nýggi hvassi maðurin í Kringvarpinum

Fyrst í sendingini í Andgletti í dag er Beinir Johannessen ikki nóg greiður og politiskt miðvísur, men hann lukkast at venda setninginum "at vita best".

 

So kemur hann, ið pr definitón veit best, og tí forskattaði pensjónina, Jørgin Niclasen.

 

Árni Skaale er hann, sum í dagsins sending veit næstbest um skatting í hesum flokki, sum í mínum optikki er so morðgírigur, flokkurin, at hann ikki unnir nøkrum tað svarta undan neglini, og eg júst av hesi orsøk altíð havi hildið verið hin besta at koma við fíggjarmálaráðharranum, tí hann er so materiellur, at alt er um at gera at sita tungt á kistulokinum. Men nú er hann, í hvussu er Jørgin, komin til eitt mark, sum næsta ár sigst fer at verða uppbrúkt, forskatting av pensjónunum.

 

Nýggi maðurin á Fólkaflokslistanum, Fróði Magnussen, sum í gjár slepti eini innanflokku bumbu, sum kom út í almenningin og beinanvegin brast í hondini á øllum  – skeiva avgerðin hjá Jørgini Niclassen at forskatta pensjónirnar í 2011 – slapp ikki við í sendingina, nú valið nærkast. Helst er hann mest óynskti maður á A listanum í løtuni. So óynsktur, at samskiftisfólk á Fróðaskaparsetrinum írættisetur hann.

 

Tað var ikki Fróði, men Hans, ið roknaði feilin út. Halló. Væl veit eg, at tað er eitt mentanarlyndi hjá føroyingum, ið verða spurdir um eitthvørt, altíð at starta svarið við eini írættuseting, "Eg má líka rætta teg", og so svarar viðkomandi journalistinum. Hetta er fyrstu ferð, at eg síggi ein journalist, sum írættusetur.

 

Lesið meira á birkblog