Myndugleikarnir í Sameindu Arabisku Emiratunum siga seg hava avdúkað eitt yvirgangsnetverk í landinum.
- Netverkið er stýrt og goldið av Iran og Hizbollah, veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld.
Sagt verður, at netverkið hevur fingist við hvítvasking av pengum og fígging av yvirgangi.
Tað eru almennar tíðindastovur í Sameindu Arabisku Emiratunum, ið eru keldur til tíðindini, sum Reuters endurgevur.
Myndugleikarnir í landinum halda, at bólkurin, sum er avdúkaður, var ein hóttan móti landsins trygd.











