Nøkur hava enn hjartað á røttum stað

Leif Erik Niclasen hevur ongantíð upplivað, at nakar er vorðin sjúkur av tí máti, hann hevur borið teimum. Hoyr hann greiða frá á Rás 2.

- Viljin er stórur hjá nøkrum, men tað eru nøkur ímillum, ið oyðileggja alt.

 

Tað sigur Leif Erik Niclasen, ið hevur hjálparfelagsskapin Hjálpin, ið letur mat til fíggjarliga sperdar familjur, ið hava tørv á hjálp.

 

Virksemi hjá felagsskapinum er nógv skert, nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt tað verri hjá honum at fáa hendur á mati frá matvøruhandlum.

 

Leif Erik Niclasen stúrir fyri, at tá maturin ikki verður givin hjálparfelagsskapum, so verður hann bara burturbeindur.

 

- Man blakar ikki mat burtur, tað ger man bara ikki. Tað er vanlig uppaling, sigur Leif Erik Niclasen, ið sigur, at fólk við vanligum viti og skili duga at síggja og siga, nær matur er góður til matna ella ikki.

 

Tað er ikki bara Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ið fær av at vita frá Leif Eriki, sum vísir á, at stórir handlar nokta at geva mat til fátøk, og nakrar fyritøkur koyra stórar lastbilar við fullum lastum av breyði og kjøti niðan á Sandvíkahjalla, har tey brenna mat, ið kundi breyðføtt nógvar familjur, sigur hann.

 

- Eingin doyr av hungri í Føroyum. Tað er ikki tað, ið hetta handlar um, men heldur um at hjálpa við tí sindri, ið man hevur. Men so leingi, sum tað eru menniskjur, ið hava tørv á mati, so haldi eg á, sigur Leif Erik Niclasen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Leif Erik Niclasen í Rás 2.