Næst síðstu nátt tók løgreglan 10 sett av nummarspjøldrum av bilum í miðstaðarøkinum, og í nátt noyddust fimm bilførarar aftrat av við spjøldrini, eisini í miðstaðarøkinum.
Løgreglan sigur, at talan er um bilar, har eigarin ikki hevur rindað fyri vektgjald, trygging ella at onnur viðurskifti við bilinum ikki eru í lagi.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini segði í morgun, at tað annars hevur verið stak friðarligt, og at einki hevur verið á vási í nátt, sum hevur almennan áhuga.
- Her hevur einki verið, sigur vaktleiðarin og søgan gjáramorgunin var hin sama. Stak friðarligt.
Í gjár gjørdist løgreglan so partur av einum máli, har ein útróðrarbátur við tveimum monnum umborð fór at leka vestanfyri Sandoynna.
Vaktleiðarin sigur, at hetta tíbetur spældi væl av og menninir, sum tyrlan flutti á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir skipsbrotið, eru heima við hús aftur og hava tað eftir umstøðunum gott.
- Soleiðis, sum eg havi skilt, og vit hava sæð á filmsbrotum á sosialu miðlunum, er útróðrarbáturin sokkin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.