Nøkur smá ferðsluóhapp

- Vit fegnast um, at bilførarar, ið bera við aðrar bilar, sum standa parkeraðir, siga frá, sigur løgreglan.

 

Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.

 

- Tað hava verið trý smærri ferðsluóhapp, har onkur bilførari hevur tikið í onkran parkeraðan bil og hevur boðað frá hesum hjá løgregluni.

 

Vaktleiðarin sigur í morgun, at eitt slíkt ferðsluóhapp var í Eysturoy, og tvey hava verið í Havn.

 

- Onkur hevur mist onkra hurð í annan bil, onkur er komin í okkurt spegl, og onkur hevur líka bakkað á og tikið í.

 

Løgreglan fegnast um, at bilførarar, sum koma soleiðis fyri, siga frá, og málið soleiðis verður loyst, um okkurt er.

 

- Tá fólk í slíkum føri ringja til okkara, fáa tey at vita, hvussu tey kunnu fyrihalda seg, um hetta nú hevur nakað uppá seg.

 

Vaktleiðarin sigur, at spurningurin kann vera um, at tryggingin møguliga skal uppí ella ei - alt eftir, hvat hetta snýr seg um.

 

Løgreglan fegnast um, at sagt verður frá, soleiðis at tann, sum eigur bilin, ið stóð parkeraður, kann fáa boðini.

 

- Soleiðis eru tað fólk, sum koma fyri smærri óhappum, sum spyrja okkum, um vit kunun seta okkum í samband við eigaran, sigur vaktleiðarin.