Nøkur starvsfólk skulu fáa nógv meiri í løn

Nakrir politikarar halda, at ávísir bólkar mugu fáa eina ordiliga lønarhækking, og á ólavsøku verður uppskot lagt fyri Løgtingið um tað

Lønarlagið hjá tí almenna eigur at verða endurskoðað og endamálið við tí skal vera at geva ávísum lønarbólkum eina ordiliga lønarhækking. Tað halda tey í Javnaðarflokkinum, og lønarbólkarnar, sum eiga at fáa eina stóra lønarhækking, eru fyrst og fremst tey, ið arbeiða í heilsuverkinum, í almannaverkinum og á barnaansingarøkinum.  

 

Javnaðaflokkurin heldur, at hetta eru bólkar, har lønin er afturúrsigld, og tá ið Løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku, fer flokkurin at leggja uppskot fram um at endurskoða lønarlagið á heilsuøkinum, almannaøkinum og dagstovnaøkinum við tí endamáli at hækka lønirnar.

 

Í næstu viku fer danska Fólkatingið at viðgera eitt uppskot um at avtaka Tjenestemandsreformen frá 1969. Tá ið Tjenestemandsreformen kom í gildið, vórðu øll almenn starvsfólk bólkað í ymiskar lønarflokkar, men sum heild vórðu størvini, sum mest vórðu røkt av kvinnum, sett í lægri lønarbólk enn størvinu, har menn vóru í meiriluta.

 

Grundgevingin var, at menn vóru uppihaldarar og tískil máttu teir eisini hava eina hægri løn. Men Javnaðarflokkurin heldur, at henda áskoðan hoyrir fortíðini til, og at vit skylda hesum fakbólkum at rætta tann skeivleikan, sum politikararnir áettu tá í 1969, staðfestir Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, í eini fráboðan.

 

Hann sigur, at bólkarnar, talan er um, eru fyrst og fremst heilsuhjálparar, heilsurøktarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, men eisini aðrar starvsbólkar.

 

Í 1969 vóru ikki so nógv sjálvstøðug fakfeløg í Føroyum, tí feløgini her á landi vóru deildir hjá donsku fakfeløgum. Sostatt varð lønarlagið í Danmark eisini galdandi fyri lønarlagið í Føroyum, sigur Javnaðarflokkurin.

 

– Í dag eru lønirnar í størvum, har kvinnur eru í meiriluta, framvegis nógv lægri enn tær eru í  størvum, har menn eru í meiriluta. Hetta eru serliga galdandi í umsorganarstørvum av ymsum slagi. Hetta eru eisini tey størv, sum tað verður ringt at fáa starvsfólk til í framtíðini, sigur Javnaðarflokkurin. Hann sigur, at sostatt er hetta ein spurningur um at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið.

 

– Sambært Búskaparráðnum fara eini 700 starvsfólk at mangla á umsorganarøkinum, longu í 2030. Hetta er ein avbjóðing, vit vilja loysa, tí gera vit ikki tað, kunnu vit ikki longur rópa okkum eitt vælferðarsamfelag. Skulu vit fáa fleiri at velja sær eina yrkisleið á hesum starvsøkjum, mugu lønirnar lagast til, so at tær líkjast lønum hjá øðrum starvsbólkum við líknandi útbúgvingum, sigur Aksel V. Johannesen.

 

– Javnaðarflokkurin vil javnseta kynini - eisini fíggjarliga. Skal tað málið røkkast, er neyðugt, at lønin í teimum størvum, har serliga kvinnur arbeiða, verða tann sama sum lønin er á starvsøkjum, har serliga menn arbeiða, sigur Aksel V. Johannesen.