Nógv at gjørt men einki álvarsligt

Tað sigur vakthavandi á politistøðini um náttina, sum í Havn var eins og á ólavsøku.

Tað sigur vakthavandi á politistøðini um náttina, sum í Havn var eins og á ólavsøku.

 

- Tað er eingin handtikin í nátt, men vit hava havt úr at gera, tí tað hevur verið sum á ólavsøku, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

 

Nakrir smáir bardagar hava verið gjøgnum náttina, men einki, sum hevur havt nakað upp á seg.

 

- Tað er sum nevnt eingin handtikin enn, men tað er talan um ein mann, sum i fleiri førum hevur havt nevan á lofti, so eg veit ikki, hvat tað kann enda við seinni, sigur vakthavandi.

 

Kortini hevur náttin verið strævin hjá politinum, men upp á tann góða mátan.

 

- Tað hevur verið nógv at gjørt. Nógv fólk hava verið full, og vit hava havt úr at gera at vekja fólk og at koyra full fólk heim, sigur vakthavandi.