Listamaðurin Joel Cole, sum er ættaður úr USA, kom á fyrsta sinni til Føroya sum skiftisnæmingur í 1986. Eftir tað vitjaði hann regluliga í Føroyum, og síðani 2011 hevur hann búð í Føroyum.
Í nýggjari framsýning samleika og leggur upp til samskifti millum ymisk sjónarmið, sum kunnu tykjast at vera langt frá hvørjum øðrum.
Serframsýningin Identity (Samleiki) letur upp á Listasavni Føroya í dag.
– Samleiki er eitt av glóðheitu kjakevnunum í dagsins samfelag. Fólk hava avgjørdar meiningar og halda seg hava rætt. Tað er strævið at hava samtalur um samleika, tá ið fólk eru so sannførd og byrja at skelda hvønn annan heldur enn at tosa saman og royna at skilja hvør annan, sigur Joel Cole við Sosialin um vikuskiftið.
Hann ætlar sær ikki at taka støðu til tey ymisku sjónarmiðini ella siga, hvat hann heldur er rætt ella skeivt.
– Eg vil við framsýningini royna at skapa eitt mál, sum kann brúkast til til at tosa saman um samleika. Eg vil virka fyri, at fólk koma eitt sindur niður á jørðina og kunnu samskifta virðiliga um hetta týdningarmikla evnið, sigur hann.
##med2##
Joel Cole heldur, at tíðin hevur brúk fyri onkrum, sum leggur upp til dialog.
– Tað er so nógv í okkara tíð, sum skilir okkum, leggur ymiskt ímillum okkum og togar okkum sundur. Og eg haldi, at tað er ósunt at liva soleiðis sum fólk og samfelag. Vit mangla sosialt lím. Vit hava brúk fyri onkrum, sum roynir at savna okkum og kann skunda undir, at vit royna at skilja hvønn annan, sigur Joel Cole.
Almenn fernisering verður á Listasavninum í dag kl 16.
Longri samrøða við Joel Cole kann lesast í Vikuskiftis-Sosalinum.
##med3##