Hóast mong tóm pláss síggjast á Tórsvølli, so máttu hundraðtalsfólk fara so nakkalang heimaftur úr Gundadali. Boðini av bensinstøðini vóru, at eingi atgongumerki eru eftir.
Nógv trýst er á vaktarfólkini við inngongdirnar til Tórsvøll, tí áskoðarar eru uppøstir um ikki at fáa atgongumerki, hóast tað sjónliga eru nógv tóm pláss á Tórsvølli.
Fólk, sum info hevur tosað við í Gundadali eru rættiliga ørkymlað. Tey skilja einki, men boðini eru greið: Tey sleppa ikki til landsdyst, tí atgongumerkini eru útseld.
Dagføring: Tað síðsta vit frætta úr Gundadali er, at tey nú hava fingið fleiri atgongumerki at selja hjá Effo.