Nógv sjálvmorð eru aftan fyri rimarnar

Fongsulsleiðslurnar hava ikki gjørt eitt nóg stórt arbeiði til tess at fyribyrgja sjálvmorði.

Undir koronu-farsóttini hava nógvir fangar verið noyddir at verið einsamallir í sínum klivum, og hetta hevur í fleiri førum havt óhepnar avleiðingar við sær.

 

Í 2020 og higartil í 2021 hava tíggju sjálvmorð verið í fongslum í norðurtýska býnum, Hamburg.

 

Bara í tí eina fongslinum hava verið heili átta sjálvmorð!

 

Tíðindastovan DPA endurgevur vinstrasinnaða býráðslimin, Censu Özdemir, sum umboðar Die Linke.

 

Her sigur hann, at hóast umstøðurnar hjá fangunum broyttust nógv undir koronu-farsóttini, hvílir eisini ein ábyrgd á fongsulsleiðsluni.

 

- Hesi hava ikki gjørt eitt nóg stórt arbeiði til tess at fyribyrgja sjálvmorði, sigur býráðslimurin. 

 

Møguleikarnir hjá fangunum at hava samband við onnur og at hava frítíðaraktivitetir hava verið nógv skerdir.

 

Fongsulsleiðslan sigur hinvegin, at tey sum kompensatión undir farsóttini hava latið fangunum radio og sjónvarp.

 

- Vit hava eisini latið fangunum arbeiðstilboð fyri at minka um einsemið undir farsóttini, sigur leiðslan.

 

Men, alt hetta hevur eftir øllum at døma ikki gjørt nóg stóran mun, tí sjálvmorðini aftan fyri rimarnar eru mong.