Nógv spart við at sigla bátin heim

- Tað var hin stjórin og eigarin í Faroe Agency, Karl Erik Reynheim, sum skeyt upp, at báturin skuldi uppkallast eftir mær, sigur Maria í Akrabyrgi.

Maria í Akrabyrgi, sum saman við Karl Erik Reynheim eigur og rekur Faroe Agency, fegnast um, at felagið nú eigur egnan loðs-og sleipibát.

Tá in.fo hitti hana í dag, meðan hátíðarlig móttøka var við Bursatanga, segði hon, at felagið kemur at røkja tær loðs-og sleipitænastur, sum felagið kemur at røkka, men felagið fer framhaldandi at keypa sær tænastur frá øðrum veitarum.

Hon vísti á, at skipini, sum koma til landið, eru størri og størri, og tí kemur tað væl við, at Faroe Agency eigur sín egna loðs-og sleipibát.

Maria í Akrabyrgi vísti á, at hóast tað tók sína tíð at sigla bátin úr Antwerpen og heim til Føroya, nú veðurlíkindini hava verið so vánalig, hevur felagið kortini spart nógvan pening við ikki at leiga farmaskip til endamálið.

- Einki farmaskip, sum er í regluligari sigling til og úr Føroyum, kundi tikið bátin, sum vigar umleið 70 tons, og tí hevði verið neyðugt at leigað skip til endamálið, um so var.

Maria í Akrabyrgi heldur, at Faroe Agency hevur spart meira enn helmingin av tí, tað hevði kostað at leigað skip heim við nýggja loðs-og sleipibátinum.

Maria, sum nýggi báturin kallast - eftir Mariu í Akrabyrgi - er bygdur í Turkalandi og kom við farmaskipi upp til Antwerpen.

Seinni í kvøld fara vit at spyrja Paula Einarsson, sum var ein teirra, ið sigldi bátin heim úr Antwerpen, hvussu báturin royndist á ferðini.

Maria í Akrabyrgi sigur, at tað var hin stjórin og eigarin í felagnum, Karl Erik Reynheim, sum skeyt upp, at báturin skuldi uppkallast eftir sær.

- Men, eg kann leggja aftrat, at Karl Erik eisini eigur eina dóttir, sum kallast Maria, sigur Maria í Akrabyrgi.