Nógv valevni, fáir áhoyrarar

Skúlin í Kaldbak var mánakvøldið karmur um veljarafund, men tað tykist verða torført hjá valevnunum at toga veljararnar á fund. Umleið 40 fólk vóru møtt til fundin, men bert helmingurin vóru veljarar

Tað vóru tveir politiskir fundir í Suðurstreymoy í gjárkvøldið. Annar í skúlanum á Argjum og hin í skúlanum í Kaldbak.

Vit vóru í Kaldbak fyri at hoyra hvat valevnini høvdu at siga, og eisini fyri at síggja hvussu hugurin fyri løgtingsvalinum er í Kaldbak.

Taka vit tað seinna fyrst so vísir tað seg, at áhugin fyri politiskum fundum er lítil.

Tað møta ikki serliga nógv fólk, men verður støddin á bygdini havd í huga, so var størri áhugið í Kaldbak enn tað var í Havn fríggjakvøldið.

Skúlin í Kaldbak er ikki av teimum størstu og tí var hann skjótt fyltur og tað var eingin trupulleiki at halda hitanum, hvørki hjá áhoyrarum ella hjá luttakarum.

Fara vit síðan til spurningin um hvat valevnini høvdu at siga, so snúði orðaskifti seg mest um ríkisfelagsskap, eitt sindur um vinnu og eitt sindur um familju og almannamál


Flokkarnir

markera seg

Eins og á fundinum fríggjakvøldið, so verður ikki opnað fyri stórum samstarvsmøguleikum her í byrjanini av valfundarrøðunum.

Flokkarnir royna sjálvsagt at markera sína støðu og at greiða veljarunum frá sínum hugsanum.

Javnaðraflokkurin hevur greitt frá sínum uppskotið um sjálvstýrislóg, og tað uppskotið var frammi aftur á fundinum í Kaldbak mánakvøldið.

Tað er ymisk hvussu flokkarnar leggja í at gera vart við sínar hugsanir.

Nakrir flokkar møta við fýra valevnum, aðrir við trimum og uppaftur aðrir við tveimum og einum.

Fundurin var ikki serliga væl fyriskipaður, tí tá fundurin skuldi byrjað var farið at fáa orðstýrara, og hartil møttu valevnini seint.

Petur Nolsøe tók við starvinum og fyrsta uppgáva hansara var at kasta lut um raðfylgjuna.

Tá tað var gjørt, var klárt at byrjað.

At fundurin er so tilvildarliga fyriskipaður ger ikki áhugan hjá veljarunum betri, men soleiðis er okkara føroyska lyndi kanska tá til stykkis kemur.


Ríkisfelagsskapurin

Sum nevnt var tað ríkisfelagsskapurin, sum fekk mestu viðgerðina.

Teir stóru flokkarnir leggja stóran dent á at greiða veljarunum frá sínum uppskotum.

Heri Niclasen úr Javnaðarflokkinum segði, m. a. at hann ikki vil ofra ríkisfelagsskapin.

? Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning. Heimastýrislógin hevur verið góður karmur um tær broytingar, sum hava verið gjørdar í Føroyum, segði hann.

Eisini nevndi hann tey vinarbond, sum eru knýtt landanna millum.

? Tað er spill, at ofra hetta, segði Heri Niclasen.

? Sjálvandi eru broytingar neyðugar, men tær kunnu gerast innanfyri karmin av ríkisfelagsskapinum.

Petur Ellefsen úr Sambandsflokkurin segði, at hann heldur heimastýrislógina verða í lagið.

? Men, segði hann, sjálvandi skulu broytingar gerast um krøv koma um tað.

Petur Ellefsen nevndi tó einki um hvaðani hesi krøv skulu koma.

Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum segði, at tað er hend ein hugburðsbroyting í Føroyum.

? Fólkið hevur førkað hinar flokkarnar nærri loysingini.


Bankamálið fánaði

Hóast tað óiva er bankamálið, sum hevur gjørt føroyingar meira loysingarsinnaðar, so fánaði hetta mál burtur ímillum.

Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, sum var ein av eygleiðurunum royndi at gera vart við tað, men hinir flokkarnir lótu nærum ikki við seg koma.

Eitt sindur av tosið var um hvør hevði ábyrgdina av hvørjum gerðum, og tað vóru altíð hinir líkamikið hvør talaði.



Familjumál

Smærru flokkarnir hava eftir tí, sum kom fram á valfundinum í Kaldbak, eina sera smala valskrá.

Teir tosað um familjupolitik, sum tað altavgerandi.

Onkur teirra tosar um stórar skattalættar, men einki um hvussu teir skulu fíggjast.

Hinvegin er onkur annar sum tosar um tey kristiligu virðini hjá føroyingum, sum um teir smærru flokkarnir hava einaumboð uppá tað í.

Bæði Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin gjørdu vart við, at teir hugsa um menniskja í samfelagnum.

Katrin D. Jakobsen segði, at Javnaðarflokkurin leggur dent á tað menniskjaliga í politikkunum.

? Tað er stórmál, tá tað er kreppa í ríkisfelagsskapinum. Men hvussu er við menniskjaligum kreppum, spurdi hon.

? Hetta ger Javnaðarflokkurin nakað við, segði hon, og nevndi m. a. eldrapolitikk sum eitt dømi.


Búskaparliga framgongd

Føroyingar hava havt búskaparliga framgongd í seinastuni, og m. a. hevur sitandi samgonga tikið sín stóra part av æruni fyri tað.

Her gjørdu fleiri valevnir vart við, at talan ikki bert er um politiskar ávirkanir.

Bergur Dam úr Javnaðarflokkinum segði m. a. at metlága heimrentan og tað at fiskurin var afturkomin einki hava við rikna búskaparpolitikkin at gera.

? Hinvegin er almenni sektorurin øktur munandi, nú meðan Fólkaflokkurin hevur havt leiðsluna, segði Bergur Dam.


Natostøðin

Í tíðindunum mánakvøldið var ein stubbi um Natostøðina og tað sum danir hava spart á verjuútreiðslunum orsakað av støðunum í Føroyum og Grønlandi.

Hesin spurningur var settur úr salinum, og allir politikarar vóru samdir um, at danir spara á verjuútreiðslunum við at hava støðirnar.

Finnbogi Ísakson segði, at hetta var enn eitt prógv um, at tað eru ikki danir sum gjalda til Føroyar, men amerikumenn.

Bjarni Djurholm var samdur við Finnboga, men helt, at føroyingar sjálvir skulu hava eina avtalu við Nato, heldur enn ígjøgnum Danmark.

Bergur Dam úr Javnaðarflokkinum var eisini samdur við hinum báðum, men segði, at her var talan um eitt gamalt mál sum var uppaftur tikið.

? Støðin varð løgd har ímóti fólksins vilja og móti løgtingsins vilja og tí undrar tað meg, at Fólkaflokkurin vil hava eina avtalu við Nato.

? Ætla teir at militarisera Føroyar? Løgtingið hevur jú samtykt, at her skal einki hervald vera.

Eingin spurningur kom afturat úr salinum og fundurin endaði uml. klokkan hálvgun ellivu og mótvegis fundinum í Havn fríggjakvøldið var í Kaldbak endað við at syngja fyrsta ørindi av tjóðsanginum og tað rungaði í tí lítla skúlanum