Nógvar avlýsingar í dag og í morgin

Tað verður rættiligur stormur og tað fer at loypa ólag á samferðsluna, bæði á sjógvi og landi

Tað hevur verið nógvur vindur – men einki er so ringt, at tað ikki kann verða verri. Hesar næstu tímarnar fer hann nevniliga at øtla veðrið heilt nógv og fram til fyrrapartin í morgin verður kolandi stormur við hvirlum upp í 40 metrar um sekundið.

 

Tað hevur longu fingið Strandferðsluna at avlýsa fleiri túrar, bæði hjá skipum, og hjá bussum hjá Bygdaleiðum. Smyril er í Havn og fer suður nú klokkan 11 ístaðin fyri klokkan 13, sum hann skuldi fara eftir ferðaætlanini. Og so verður hann lagdur fyri dagin. Í morgin er framvegis ringt veður, og tí er eisini væntandi at Smyril fer at avlýsa siglingina í morgin ári.

 

Teistin siglur seinasta túrin úr Skopun klokkan 14 og av Gomlurætt klokkan 15.50 og síðani verður ikki siglt meira í dag. Men hin báturin, Hasfjord, siglur heldur ikki í dag. í Hest verður eisini løgd still og fyrstu túrarnir í morgin ári. Verða heldur ikki sigldir.

 

Í morgin verður fyrsti túrur úr Skopun klokkan 10.30 og síðani verður væntandi siglt aftur eftir ferðaætlanini. Siglingin út 

 

Ternan fer seinasta túrin av Havnini klokkan 16.20 og úr Nólsoy klokkan 16.50 og so verður ikki siglt meira í dag. Tað er eisini vandi fyri, at teir fyrstu morguntúrarnir í morgin, verða avlýstir, tí veðrið verður so ringt.

 

Fyribils er eingin sigling út í Skúgvi og heldur ikki Herjólfur siglur meiri í dag ímillum Suðuroy og Havnina, og kanska siglur hann heldur ikki í morgin.

 

Tað sama ger seg galdandi við nógvari koyring hjá Bygdaleiðum, tí nógv koyring er avlýst kring landið.