Nógvar fráboðanir um stormskaðar

Kring landið hevur leikað hart á, og stormskaðar hava verið fráboðaðir síðani klokkan 13 í dag, men nú tykist hæsa av. Ein persónur varð tikin av vegnum av eini hvirlu.

Boðað varð frá stormi ella ódn í dag, og sera nógvur vindur hevur verið í dag og í kvøld kring landið.

 

Løgreglan hevur fingið fráboðanir um stormskaðar í allan dag, visti vakthavandi á løgreglustøðini í Havn at siga við in.fo fyri løtu síðani.

 

- Tað byrjaði longu um 13 tíðina, tá fráboðan kom um eina leysa takplátu á Hjalla. Og stutt eftir fingu vit boð um, at ymiskt lá leyst úti við Næmingaheimið við Marknagilsvegin í Havn, har skúli jú verður bygdur. Í Klaksvík var eisini boðað frá onkrum, ið hond mátti takast um, sigur vakthavandi.

 

- Og so eru tað trampolinir. Har hava vit fingið fráboðanir um í hvussu er tvær í Havn og eina í Vági. Í Famjin var ryggásin á einum húsum um at fara. Ein bingja uttanfyri eitt fjós í Trongisvági var til ampa, tú hurðarnar vóru farnar upp, takið av, og tað sum var í bingjuni fór við vindinum. Hetta var klokkan 18:45 og nakað eftir komu boð um ein SEV steyra í Vági, ið var brotin , sigur vakthavandi.

 

 

Kona á flog

- Klokkan 20:39 koma boð av Norðskála. Ein maður ringir og sigur, at systur hansara er dottin, ella tikin av fótum av eini hvirlu. Sjúkrabilur verður sendur avstað, menn skjótt koma menn frá bjargingarliðnum á staðnum fram á konuna, og veita hjálp og kunnu boða frá, hvar hon er stødd. Sjúkrabilurin er á staðnum 20 minuttir eftir, sigur vakthavnadi, og leggur afturat, at sera nógvur vindur var, og konan var púra leys, og varð flutt í leysum lofti oman av vegnum.

 

- Umleið klokkan 21 eru tað eini hoyggjhús í Hvannasundi og nú klokkan 22 komu boð um nakrar SEV linjur á vegnum í Hvalvík. Men við nærri kanning fekst at vita, at streymur var ikki á teimum, tí arbeitt verður við at grava alt niður. Men har var eisini eitt træ, ið var koppað og var til ampa fyri eini hús, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Han sigur, at nú er hæsað av við fráboðanum, og tað tykist, sum er vindurin minkaður nakað.

Hann leggur afturat, at sløkki- og bjargingarlið kring landið gera eitt sera gott arbeiði, tá tað, sum í kvøld, leikar hart á.