Nógvar gentur eru um boðið

Kappróður, 5-mannafør, gentur: Men Ørnin vísir støðugastu avrikini og er á veg móti FM heitinum

Kappingin um FM heitið tykist ikki vera serliga stór hjá gentumanningunum. Ørnin úr Sandavági hevur 23 stig, meðan Kollur úr Kollafirði er næstfremst við átjan stigum.

Og tað vil við øðrum orðum siga, at tað er ikki heilt lítið sannlíkt, at gentubáturin úr Sandavági á Miðvági annan leygardag so at siga kann tryggja sær FM heitið.

Vinnur Ørnin, og Kollur aftur gerst næstfremstur, so verður munurin sjey stig undan ólavsøkuróðrinum, og so skal Ørnin bara koma á mál millum seks teir fremstu bátarnar á ólavsøku fyri at tryggja sær FM, sjálvt um Kollur skuldi vunnið á ólavsøku.

Ørnin vann í Vági fyri triðju ferð upp í slag. Eftir eina trilvandi byrjan á norðoyastevnu eru tær rættuliga komnar fyri seg, og avrikini hesar seinastu ferðirnar hava verið so sannførandi, at tað er torført at ímynda sær annan vinnara enn Ørnina.

Nýggi báturin hjá vágsgentum, Royndin Fríða, vann á norðoyastevnu, men síðani hava tær gjørt millum lítlar og ongar skreytir. Á Vágsfirði ynsktu tær at vinna, og tað sást aftur fyrstu eitt hundrað metrarnar, tá tær tóku dyggliga á og lógu fremstar, men tær megnaðu ikki at halda tørn, og so var tað, sum tað plagar at vera. Kappingin stóð millum Ørnina, Kollin, Junkarin og Svanin av Skála.

Tá bátarnir komu framvið havnarlagnum vóru hesir fýra bátarnir so at siga púra javnir, so bjóðaði Junkarin rættuliga av, og tað tóktist sum um kappingin skuldi standa millum hann og Ørnina, men síðstu metrarnar undan málinum datt Junkarin aftur á Kollin og Svanin, meðan tær umborð á Ørnini høvdu flestu kreftirnar og megnaðu at halda rætta áralagið og vinna.