Størsti dystur higartil í ár í heimligu landskappingini. Soleiðis er skoðsmálið, nú tað verður talt niður til útsetta landskappingardystin í 21. umfari.
Hann verður í Gundadali í kvøld klokkan 18, tá ið HB fær vitjan av KÍ. Dómari verður Kári J. á Høvdanum. KÍ hevur 52 stig fyri 19 dystir, og HB hevur 47 stig fyri 20 dystir.
Hetta er triðja ferðin, at 119 ára gomlu javnaldrarnir hittast í landskappingini í ár. Fyrsti dysturin var 14. mai í Gundadali. KÍ vann 1-0, og málskjútti í 71. minutti var Páll A. Klettskarð. Dysturin var merkisverdur á tann hátt, at 49 ára gamli málmansvenjarin hjá KÍ, Géza Tamás Turi, vardi KÍ málið, tí Markus Olsen Pettersen, sum inntil tá hevði vart KÍ málið, var skaddur.
Annar dysturin var í Klaksvík 2. juli, og tá vann KÍ í síðsta dystinum undan summarsteðginum 2-0. Málskjúttar vóru Árni Frederiksberg við brotssparki og Sivert Gussiås.
Hjá HB er málverjin Teitur Matras Gestsson tøkur aftur. Hann hevur ikki spælt síðani 25. juni, tá ið HB tapti 2-1 í Sørvági. Í hesi vikuni hevur hann vant aftur í HB, eftir at hann í knappar tvær vikur var í landsliðshópinum.
19 ára gomlu Ejvind R. Mouritsen og Samuel Johansen Chukwudi eru framvegis skaddir.
Hjá KÍ er skaðalistin væl longri, enn hann er í HB. Í fyrra dystinum í Havn var neyðugt hjá málmansvenjaranum at fara í málið. Nú er tað kapping millum Markus Olsen Pettersen og Nils Jonatan Johansson.
Verjuspælarin Heini Vatnsdal er langtíðarskaddur, tí hann hevur brotið bein í fótinum. Ein annar veruspælari, Vegard Forren, noyddist heilt tíðliga av vøllinum í Conference League dystinum ímóti Sheriff í Tiraspol í Moldova. Hann er skaddur í hælsinuni, og tað er rættiliga ivasamt, um hann verður við í kvøld. Claes Philip Kronberg hevur ikki verið á vøllinum síðani 11. august, tá ið KÍ tapti 2-1 í Gøtu og Kronberg varð skiftur út í 68. minutti. Tað er ivasamt, um hann verður á listanum í kvøld. Leikluturin hjá Halli Hansson er vorðin alt størri seinastu ferðirnar. Hóast hann framvegis er skaðadarvaður, so verður Páll A. Klettskarð helst á listanum í kvøld.
HB – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00
KÍ | 19 | 17 | 1 | 1 | 49 | 13 | 52 |
B36 | 21 | 16 | 1 | 4 | 46 | 17 | 49 |
HB | 20 | 15 | 2 | 3 | 56 | 15 | 47 |
Víkingur | 21 | 13 | 3 | 5 | 52 | 20 | 42 |
07 Vestur | 21 | 9 | 4 | 8 | 34 | 32 | 31 |
EB/Streymur | 20 | 6 | 2 | 12 | 22 | 37 | 20 |
B68 | 21 | 4 | 6 | 11 | 21 | 37 | 18 |
TB | 21 | 4 | 4 | 13 | 13 | 46 | 16 |
ÍF | 21 | 4 | 0 | 17 | 19 | 58 | 12 |
AB | 21 | 3 | 1 | 17 | 16 | 53 | 10 |