Tað var tó ikki tí, at nakar hevði roknað við at føroyingarnir skuldu gera ein ordans vørr. Bara tað at vinna sær pláss í endaspælinum var eitt stórt avrik í sær sjálvum, var stór semja um undan dystinum. Men dysturin ímóti Slovenia vísti, at tað ber væl til hjá føroyska hondbóltslandsliðnum at vinna dystir, um nú dysturin bara hevði lagað seg eitt lítið sindur øðrvísi.
Tað sigst, at eini 5.000 føroyingar hava leitað sær til Berlin at fylgja føroysku leikarunum. Á stóra hotellinum Park Inn Radison á Alexanderplatz tosar næstan alt føroyskt. Á hotellinum, er út við 40 hæddir høgt, sigst, at eini 1.500 føroyingar búgva.
Í sambandi við dagsins dyst, sum varð spældur í Mercedes Benz Arena, varð skipað fyri upphiting í Kreuzberg Festsaal, Am Flutgraben, sum stuðlarnir hjá landsliðnum høvdu fyrireikað. Har mundu vera í minsta lagið 1.000 fólk. Eyðun og Terji vóru á palli. Har fekst nógv gott at leska sær við, og lagið var tí gott, tá fylgið fór til gongu til Mercedes Benz Arena, har dysturin varspældur.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
##med40##
##med41##
##med42##
##med43##
##med44##
##med45##
##med46##
##med47##
##med48##
##med49##
##med50##
##med51##
##med52##
##med53##
##med54##
##med55##
##med56##
##med57##
##med58##
##med59##
##med60##