Um eitt hálvt ár byrjar HM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Fraklandi. Føroyingar kunnu bíleggja atgongumerki til HM-dystirnar gjøgnum FSF, og áhugin tykist vera rættiliga stórur. Fyrrapartin í gjár hevði FSF fingið ikki færri enn 267 bíleggingar frá føroyingum, sum vilja sleppa til HM-dystirnar.
Tað eru serliga dystirnir hjá Danmark og seinastu avgerandi dystirnir, sum fólk vilja sleppa at síggja. Summi hava sligið seg saman og bílagt 30 atgongumerki til onkran dyst.
Tey, sum ætla sær at fáa atgongumerki gjøgnum Fótbóltssambandið, mugu nú bera skjótt at, tí tey skulu bíleggjast áðrenn leygardagin. Mánadagin verða bíleggingarnar so sendar víðari, og so gongur ivaleyst eitt sindur av tíð, áðrenn nakað frættist aftur. FIFA vil ikki senda atgongumerkini út til keypararnar ov skjótt, tí vandi er fyri, at keyparin selir tey víðari. Vandin í hesum er millum annað, at áskoðarar hjá báðum liðum koma at sita saman, og av trygdarávum royna fyrireikararnir at sleppa undan hesum.
HM byrjar 10. juni við dystinum millum Brasilia og Skotland, og fyrsti dystur hjá Danmark verður 12. juni í Lens móti Saudi Arabia. HM endar við finaluni 12. juli.