Nógvir russiskir hermenn lótu lív í ukrainskum álopi

Russiskir serfrøðingar hava funnist at, at ein skúli hevur verið brúktur sum støð hjá russiskum hermonnum, tí her vóru eingi bumburúm, og bygningurin var útsettur fyri ukrainskum álopum.

Nýggjársaftan leyp Ukraina á ein skúla í býnum, Makiivka í Donetsk, har russiskir hermenn høvdu støð og goymdu lóður.

 

Ukrainskir myndugleikar siga, at einir 400 russiskir hermenn lótu lív í álopinum.

 

Kelda til tíðindini er Ukrainska Pravda, og tað er tíðindastovan BBC, sum endurgevur. Norska kringvarpið NRK endurgevur eisini tíðindini um álopið á skúlan í Donetsk.

 

Sjálvt um bæði ukrainskar og russiskar keldur vátta, at álop er framt á støðina hjá russisku hermonnunum, verður ymiskt sagt um, hvussu nógvir russiskir hermenn lógu eftirá.

 

Fyrrverandi verjumálaráðharrin í loysingarrepublikkini, Donetsk, Igor Strelkov, nevndur, sigur á Telegram, at talið av deyðum framvegis er óvist, tí talið av saknaðum er so stórt.

 

Hann heldur, at talið av deyðum liggur um 200.

 

Sum skilst, halda russiskir myndugleikar sambært tíðindastovuni Tass upp á, at 63 russiskir hermenn lótu lív í álopinum - og ikki 400, sum ukrainskir myndugleikar siga.

 

Russiskir serfrøðingar hava funnist at, at ein skúli hevur verið brúktur sum støð hjá hermonnum, tí her vóru eingi bumburúm, og bygningurin var tískil útsettur fyri ukrainskum álopum.

 

Bretska ávísin, The Independent, veit at siga, at lóður eisini varð goymt í skúlabygninginum í Makiivka í Donetsk, sum fór í luftina, tá bygningurin varð raktur av ukrainskum rakettum.