Nógvir vágadreingir eru á landsliðnum

Eyðun Klakstein hevur sent boð eftir 20 dreingjum at vera við í NM kappingini, sum verður í Noregi fyrst í august

Fyrr í ár luttóku U-17 dreingirnir í UEFA menningarkapping í Estlandi. Mynd: fsf.fo

Í fleiri ár hava teir í Vágum lagt stóra orku í at menna fótbóltin. Væl skikkaðir venjarar hava arbeitt miðvíst við ungum spælarum, og tað er farið at síggjast aftur í yngru deildunum, og eisini eru fleiri við í besta hópinum.

 

Nú hevur Eyðun Klakstein, venjari hjá U-17 landsliðnum, boðsent 20 spælarum, sum fara at luttaka í NM kappingini, sum verður í Lillestrøm í Noregi fyrst í august. Felagið, sum er best umboðað, er 07 Vestur, sum eigur fýra spælarar í hópinum.

 

 

 

Heimasíðan hjá FSF skrivar soleiðis:

 

– Nógvir evnaríkir spælarar bjóða seg fram, so tað er hørð kapping um plássini – ikki bara til NM, men eisini til EM undankappingina, sum verður í heyst. Hópurin til NM er nú úttikin, og næstu vikurnar verður fult fokus á fyrireikingarnar, sigur venjarin, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Týsdagin 2. august setir føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Lillestrøm í Noregi. Á skránni er árliga NM kappingin, sum verður í døgunum 4. til 10. august. Føroyar skulu spæla móti Svøríki, Norðurírlandi og Onglandi.

 

– NM er ein góð avbjóðing fyri okkara spælarar. Mótstøðan er sterk, og tað ger, at teir veruliga fáa seg royndar. Og júst sovorðnar uppgávur, sum landsdystir, gera sera góðan mun í menningini, sigur Eyðun Klakstein.

 

Sjálvur verður Eyðun Klakstein ikki við til kappingina í Noregi. Í staðin verður tað hjálparvenjarin, Fróði Benjaminsen, ið kemur at standa á odda fyri liðnum, og afturat honum verður Rógvi Nónsgjógv Poulsen.

 

Hópurin

Sámal á Steig, 07 Vestur

Jónas Bjarnason Prior, 07 Vestur

Pætur Akselsen, 07 Vestur

Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur

Mattias J. Hellisdal, B36

Finnur Johannesen, B36

Bartal Páll Klein, B36

Virgar Jónsson, EB/Streymur

Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)

Pætur Róason, HB

Andrass Henriksen, HB

Jónas Debes Samuelsen, HB

Aron Arnholdsson, KÍ

Josva Signarsson, Skála

Markus Tummasarson Isaksen, Skála

Aron Benjaminsen, Skála

Torkil Úlvur Jespersen Holm, TB

Ingi Arngrímsson, Víkingur

Bjørn Bjarkhamar, Víkingur

Árni Nóa Atlason, Víkingur

 

Skráin

4. august Svøríki – Føroyar (kl. 14:00 / Drøbak)

6. august Føroyar – Norðurírland (kl. 13:00 / Sarpsborg)

8. august Føroyar – Ongland (kl. 14:00 / Råde)

 

Fyrr í ár luttóku U-17 dreingirnir í UEFA menningarkapping í Estlandi. Mynd: fsf.fo