Nógvur roykur í Hvalbiartunnilin

- Sjálvandi hugsar man tað ringasta fyrst, skrivar Rúni Thomsen um hendingina.

Fólk vórðu skelkaði, tá tey bíðaðu uttanfyri Hvalibiartunnilin í dag eftir einum lastbili, ið var á veg gjøgnum tunnilin. Tí meðan tey bíðaðu, varnaðust tey, at øgiliga roykur kom úr Føroya elsta tunli.


Rúni Thomen var ein teirra, ið var til staðar, tá lastbilurin koyrdi ígjøgnum, og lýsir støðuna soleiðis.


- Tað var rættliga skelkandi at síggja í Hvalbiartunlinum beint eftir middag í gjár. Fólk stóðu og bíðaðu eftir at stóri fiskabilurin skuldi koma ígjøgnum.


- Tað er skipað so í samband við fiskabilin at ongin mótkoyrandi bilur sleppur inn í tunnilin, tá bilurin í tunlinum.


- Men brádliga sóu tey fólk, sum stóðu og bíðaðu, bert royk koma úr tunlinum. Sjálvandi hugsar man tað ringasta fyrst. Men tíbetur var tað bert eitthvørt við bilinum, sum gjørdi at nógvur roykur kom í tunnilin.


- Tað er ongin ávaringar skipan í tunlinum, sum sera ofta er rættiliga reyður av gass, men hendingin í dag bara av.


Sambært Rúni Thomsen, so er einasta orsøkin til, at tað ikki eru fleiri ólukkur í tunlinum, at fólk koyra varisliga og geva ans, tá okkurt er áfatt.


- Tað sum øll vóna er at nýggjur tunnil kemur ongantíð ov skjótt, áðrenn tað hendur ein ólukkað í hesum gamla tunlinum, sum er lívshættisligur.


- Tað einasta, sum ger, at so fáar ólukkur henda inni í honum er, at fólk  koyra stak varisliga og at tað verður respektera, at um ein bilur kemur við blunkandi ljósum inni í tunlinum, so skal man víkja fyri honum.