Nógvur vindur komandi dagarnar

Leygardagin fer eitt brúgvalag yvir Føroyum úr suðri. Frá sunnudegnum streymar kaldari luft inn yvir oyggjarnar av landsynningi og eystri.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, av útsynningi og samdrigið við regni ella vátaslettingsælum og hitin millum 2 og 6 stig. Fríggjakvøldið øtlar hann vidnin eitt skifti upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, av suðri, men leygarnáttina makar hann aftur vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av suðri og landsynningi. Yvirhøvur skýggjað og regn og hitin millum 3 og 7 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Um náttina øtlar hann vidin og tað verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt døgnið millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, út á dagin møguliga vátaslettingur og hitin millum 3 og 6 stig.

 

Mánadagin verður strúkur í vdini upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn- ella vátaslettingsæl og hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig.

 

Týsdagin og mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn- ella vátaslettingsæl og hitin millum frostmarkið og 5 stig.