Nógvur vindur og nakrar skaðafráboðanir

Men hann makar vindin og seinnapartin verður hann minkandi niður í strúkur í vindi til skrið

Føroyska veðurstovan sigur um veðurvánirnar í dag, at tað verður skrið upp í hvassan storm av vestri, 20 til 25 m/s, við hvirlum oman fyri ódn, 32,6 m/s. Sum líður út á fyrrapartin minkar hann vindin til skrið ella storm vestan 18 til 23 m/s. Seinnapartin minkandi niður í strúkur í vindi til skrið av útnyrðingi-vestri, 13 til 18 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. 

Í kvøld, frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og klárt ella smáskýggjað. 

Fyrrapartin í morgin, frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn sunnaneftir. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 7 stig.

Kringvarpið visti í morgun at siga, at løgreglan hevði fingið einar tíggju fráboðanir um skaðar í illveðrinum.