Nógvur vindur og regn komandi dagarnar

Ein lítil skái sunnumorgunin, men annars verður illfýsið veður komandi dagarnar.

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar nógvan vind komandi dagarnar.

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og regn av og á. Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og regn av og á. Sunnudagin verður lot til andøvsgl av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið veksur hann upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi og regn. Mánadagin og týsdagn verður hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og vestri og ælingur. 

Orsøkin er at eitt brúgvalag í landsynning úr Føroyum kom hendavegin í morgun og komandi nátt kemur eitt brúgvalag sunnanfyri Ísland hendavegin við nógvum vindi og avfalli.

Hitin verður javnur, millum seks og tíggju stig.