Noktaðu seg sek

Amerikonsku hjúnini Phillip og Nancy Garrido, sum eru ákærd fyri at hava burturflutt eina gentu og havt hana sum fanga í 18 ár, nokta seg sek. Tað gjørdu tey, tá tey komu fyri ein dómara í statinum Kalifornia í gjár.

Gentan, sum eitur Jaycee Dugard, var ellivu ára gomul, tá hon bleiv burturflutt.

Tað kom óvart á tey flestu, at hjúnini noktaðu seg sek, tí fyrr í vikuni segði verjin hjá konuni, at Philip fór at játta seg sekan, tá tey komu í rættin. Tað skuldu tey gera, fyri at børnini, sum Jaycee Dugard fekk við Philip Garrido, skuldu sleppa frá at koma í rættin at vitna.