Kavbátaskiparin, ið er ákærdur fyri drápið á svenska journalistin Kim Wall, ynskir ikki longur at tosa við løgregluna. Tað hevur hann boðað frá gjøgnum sín verja, upplýsir Københavns Politi.
- Vit hava fingið at vita frá verja hansara, at hann ikki ynskir at úttala seg í løtuni, sigur varapolitiinspektør Jens Møller, ið er á odda fyri kanningararbeiðinum.
Tað var týsdagin, at løgreglan fekk boðini frá advokatinum Betina Hald Engmark.
Nýliga funnu froskmenn í Køge Bugt fleiri likamslutir av svenska journalistinum, ið var farin ein túr við kavbátaskiparanum í kavbátinum. Høvdið og tvey bein blivu funnin. Harumframt er ein knívur og fleiri klædnastykkir funnin.
Áður hevur tann 46 ára gamli maðurin greitt frá, at Kim Wall doyði, tá hon bleiv rakt av einari lúku í høvdið umborð á bátinum.
Higartil hevur løgreglan ikki funnið nøkur spor upp á brot á skallanum, upplýsti løgreglan um vikuskiftið, og hevði løgreglan vóna at spurt varðhaldsfongslaða mannin um tað.
Ákærd hava rætt ikki at svara upp á spurningar frá løgregluni. Løgreglan vónar tó, at maðurin vil lata seg avhoyra seinni.
Kim Wall hvarv 10. august, sama dag sum kavbáturin Nautilus sakk. Stutt eftir at kavbátaskiparin var komin á land, bleiv hann av løgregluni ákærdur fyri manndráp og óhóskandi umgang við eitt lík, tí hann hevði skorið líkið upp í fleiri partar.
Hann noktar seg sekan, men til síðsta rættarfundinum í býrættinum í Keypmannahavn, ið var 3. oktober, metti ein dómari, at tað var ein grundaður illgruni um, at hann hevur dripið Kim Wall.
/ritzau/