? Eg veit væl, at ákæruvaldið hevur oddsini ímóti sær í hesum málinum, segði ákærin Dorte Møller-Andersen í síni síðstu viðmerking.
Hon sipaði til, at tann 36 ára gamli danin, sum var høvuðsákærdur í stóra narkomálinum, ikki fekk dóm fyri at hava selt tí 29 ára gamla manninum tíggju kilo av hassji, sum ákæruritið annars legði upp til.
Orsøkin var, at dómarin tók ta nýggjastu frágreiðingina frá tí 29 ára gamla til eftirtektar heldur enn tvær tær fyrstu, har hann játtaði at hava keypt tíggju kilo av hassji frá 36 ára gamla dananum síðan 1988. Hetta hevði hann fyrst játtað undir avhoyring á politistøðini og síðani í Føroya Rætti.
Tá hann síðani sjálvur verður ákærdur, játtar hann bara 90 gramm. Ákæruvaldið stendur tí á berum, tí tað hevur eingi verulig prógv fyri hesum uttan frágreiðingina hjá manninum.
Undir trýsti
29 ára gamli maðurin, sum var á ákærubeinkinum týsdagin, segði, at hann var lagdur undir trýst av løgregluni, og at hann tí játtaði alt ov stórar nøgdir. Hann var bangin fyri at verða settur fastur, um hann ikki játtaði, greiddi hann frá.
Hann greiddi eisini rættinum frá, at løgreglan hevði skrivað frágreiðingina, og at hann kendi seg noyddan at skriva undir.
Ákæruritið var annars skrivað út frá teimum frágreiðingum, sum hann longu hevði givið rættinum og løgregluni. Síðani tekur hann hesar frágreiðingar aftur.
Ákæruvaldið hevði eingi prógv móti manninum, og tí varð løgreglumaðurin, sum avhoyrdi mannin í apríl mánaða, kallaður inn sum vitni.
Hann greiddi frá, at avhoyringin fór fram á vanligan hátt, og at hann ikki hevði lagt tann ákærda undir trýst. Hann segði eisini, at tann ákærdi sjálvur var komin við teimum nøgdum, sum talan var um, og at hann ikki hevði lagt honum orð í munnin.
Stuldur og harðskapur
Maðurin var eisini ákærdur fyri innbrot og stuldur í fimm førum og fyri harðskap í einum føri. Eisini játtar hann at hava keypt 90 gramm av hassji.
Í teimum fimm málunum um innbrot og stuldur játtaði maðurin seg sekan, men hann noktaði fyri at hava framt harðskap móti fyrrverandi gentu síni. Gentan greiddi annars frá, at hon var fyri harðskapi eitt kvøldi á sumri í fjør.
Ákæruvaldið krevur, at maðurin fær fongsulsrevsing á hálvtannað ár, og at 127.050 krónur, sum skal verða vinningur fyri sølu av hassji, verða konfiskeraðar.
Verjin sigur, at maðurin í mesta lagi kann fáa fongulsrevsing á 60 dagar fyri tey lógarbrot, sum hann játtar. Tey eru fimm mál um stuldur og royndir at stjala og fyri at hava keypt 90 gramm av hassji.
Dómur fall mikumorgunin, og meira verður at frætta í blaðnum í morgin.