Nólsoyingar innrás í Mykinesi

Í gjár vóru 70 nólsoyingar á Hvítusunnuútferð í Mykinesi við bátinum Jósup.

Í gjár vóru 70 nólsoyingar á Hvítusunnuútferð í Mykinesi við bátinum Jósup.

 

Tað hevur í eina tíð verið fráboðað, at ætlanin var, at gera útferð við Jósup, sum vanliga rekur Mykinesleiðina um summarið.

 

Báturin tekur 70 ferðafólk, og tá farið var avstað í gjár, høvdu 70 nólsoyingar teknað seg.

 

Hóast veðrið ikki var av tí allarbesta, so gjørdist dagurin sera góður.

 

Farið var úr Nólsoy klokkan 13.30, og siglt var fram við Tindhólmi vestur til Mykines. Komnir vegin fram, var hildið til gongu út í hólmin, har vitin er.

 

Lagið var ógvuliga gott á fólki, hóast sólin ikki megnaði at koma fram av álvara.

 

Eftir vitjanina úti á hólminum var farið at fáa sær ein bita.

 

Túrurin endaði aftur í Nólsoy við Ternuni klokkan 22.20.