info
Ongi úrslit

Nólsoyingurin Egon Hansen 75 ár

Ein heilsan.

Nøvn
10. juli 2022 kl. 09:48

Hygg í “bókina hjá Egon” verður ofta sagt í Nólsoy, tá okkurt ivamál er um familjuviðurskifti ella kanska aldur á fólki.

Bøkurnar um Nólsoy, sum komu fyri nøkrum árum síðani, eru krúnan á arbeiðnum hjá Egon at granska, greina og greiða frá søguni hjá heimbygdini. Heimbygdin, sum hevur fylgt honum alt lívið, hóast hann sum so nógv onnur flutti av bygdini á ungdómsárum.

Egon er føddur 10. juli í 1947. Foreldrini vóru Leif Hansen, lærari úr Nólsoy og Gertrud Elisabeth Djurhuus úr Hvalvík. Hann gekk í skúla í Nólsoy og fór eftir loknan 7. flokk til Vestmannar, har hann átti tvær mostrar, at ganga í realskúla.

Eins og pápin og pápabeiggin fór Egon á læraraskúla og tók prógv í 1971. Hann giftist við Katrinu, ættað úr Oyragarði í Dali, og búsettust tey í Fútalág, har tey búgva framvegis.

Egon hevur nógv ymisk áhugamál. Sangur hevur fylgt honum alt lívið. Í barndómsheiminum í Nólsoy varð nógv sungið, og pápin var tiltikin sangari. Tí var tað nattúrligt hjá Egon at leita sær upp í kórsang, tá hann flutti til Havnar. Egon sang í nógv ár í Kristiliga Sangkórinum, sum uttan iva var besta kór í Føroyum tá.

Men nógvu seinastu árini hevur hann sungið 1. tenor í Tórshavnar Manskóri. Egon hevur eisini í langa tíð verið ein av føstu sangarunum til jarðarferðir í Havn. Oftast fleiri ferðir um vikuna og onkuntíð fleiri ferðir sama dag.

Áhugi og kærleiki til kirkjuna hevur fylgt Egon heilt úr barnaheiminum, og hevur hann í fleiri skeið sitið í kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju. Eisini hevur hann verið hollur stuðul á loftinum uppi við orglið sum kirkjusangari.

Men tað er sum serfrøðingur í nólsoyarsøgu, at Egon helst er best kendur. Hann hevur skrivað eina ørgrynnu av greinum um bygdina í bókum og tíðarritum, serliga í Varðanum.

Í samband við, at nólsoyingar í 1988 hátíðarhildu, at kirkjan í bygdini hevði 125 ára jubilæum, skrivaði og útgav Egon bókina Kirkjan á Tanganum.

Nólsoy er kirkjubygd burturav, og tí stendur hendan bók sum ein virðiligur varði um kirkjuna í bygdini, sum bygdafólkið altíð hevur staðið saman um.

Í 2007 læt Egon bøkurnar Nólsoy søgubrot og fólk úr hondum. Hesar bøkur munna flest nólsoyingar kring allan heimin hava standandi í á hilluni.

Søgan, mentanin og forteljingarnar gera okkum varug við okkara samleika sum bygd. Ein samleika, sum kann rótfestast við at blaða í bókunum hjá Egon um heimbygdina, ið hevur fylgt okkum øllum, sum eru uppvaksin her.

Framvegis syngur Egon, gongur túrar, svimur, tekst eitt sindur við jørð suðuri í Dali, tosar um politikk, sambandsmaður er hann um ein háls og tosar við Guð og hvønn mann um alt møguligt, men oftast um slekt.

Eisini eru abba- og langabbabørn at hugna sær saman við.

Til lukku á føðingardegnum!

Bróðursonur
 

Mest lisið hesa vikuna

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Simme Musikkhús heldur fram

17 tímar síðan

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

Í gjár kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Vendsyssel tapti á útivølli

4 tímar síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted vann og Mors-Thy tapti

5 tímar síðan
Fótbóltur

Tór-Ingar ætlar sær ikki at flyta niður

5 tímar síðan
Tíðindi

12 deyð og fleiri enn 300 særd í Saudi Arabia

5 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen var aftur fyri tapi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: B36 vann á FC Suðuroy

6 tímar síðan
Fótbóltur

Øll vilja hava Ronaldo aftur á landsliðið

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump: - Uppá tíðina at Ukraina fær nýggjan forseta

7 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Vinnumessan við Tjarnir

7 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

7 tímar síðan
Tíðindi

75 prosent siga nei – nú verð­ur mót­mælt móti laksa­al­ing á Seyðis­firði

7 tímar síðan
Ítróttur

Tóri og Jenny fyrstu føroyameistararnir í rørslumegi

8 tímar síðan