Norðborg góð 1000 tons í lastini

Portalurin hevur júst frætt av fiskifeltinum, har uppsjóvarskipini royna. Vit hava prátað við Jón Rasmussen, skipara á verksmiðjuskipinum, Norðborg.

- Tað er ein vika í dag, síðan vit loystu. Vit hava nú stívliga 1000 tons í lastini, harav størri helmingurin er makrelur, og restin er sild. So, hesin túrurin hevur higartil verið heilt í lagi.

Skiparin vísir á, at mikudagin, hósdagin og fríggjadagin fingu teir heilt væl av makreli, men teir næstu dagarnar var nógv íblanding av sild - og lítil makrelur at fáa.

- Leygardagin kólnaði sjógvurin eitt hálvt stig, og síðan tá hava vit sæð nakað av makreli, men meginparturin av veiðini hevur verið sild.

Jón vísir á, at Norðborg restar nú eini 250-260 tons í fulla last, og hann væntar, at túrurin varir einar 2-3 dagar aftrat.

- Sum eg havi skilt, høvdu Tróndur í Gøtu og Fagraberg trolið úti einar 10 tímar síðstu nátt, og tað gav 50 tons av makeli.

Skiparin á Norðborg sigur, at í løtuni er ógjørligt at siga, um makrelurin fer at taka seg uppaftur.

- Seinastu 14 dagarnar hava vit væntað, at veiðan í føroyskum sjógvi fór at vera av, men so hevur fiskiskapurin tikið seg uppaftur, og vit hava stundum havt góða veiði.

Jón Rasmussen sigur seg vóna, at makrelveiðan í føroyskum sjógvi fer at halda sær nakrar dagar aftrat.

Tá Portalurin tosaði við skiparin á Norðborg fyri løtu síðan, vóru teir staddir heilt har norðuri móti fiskimarkinum til norskan sjógv.