Annika Olsen, Landsstýriskvinna í innlendismálum
----
Sagt verður, at tað er ikki hvørt orð, man skal svara til, ella hvørt gildi, man skal fara til. Norðlýsið hevur nú í fleiri oddagreinum lagt persónliga eftir mær sum landsstýriskvinnu. Man kemur til eitt markamót har tað ikki ber til longur at lata hesar ósakligu, ógrundaðu og subjektivu atfinningarnar standa ósvaraðar. Atfinningarnar skyldast helst, at undirritaða tók lógaruppskotið um tunnil til Viðareiðis aftur í Løgtinginum, og tað skal landsstýriskvinnan fáa afturlønt. Tað minsta man kann krevja av Norðlýsinum er, at tað verður fylgt við, hvat hendir á politiska leikvøllinum, áðrenn man skjýtur í eyst og vest og kemur við ógrundaðum atfinningum, sum meiri líkjast persónligum álopum. Millum annað skrivar Norðlýsið um dagarnar, at tey í fleiri umførum hava fýlst á landsstýriskvinnuna fyri hennara manglandi politikk og avrik á orku-og umhvørvisøkinum, Agenda 21, á rættartrygdarøkinum, útlendingaøkinum og kommunuøkinum. Um Norðlýsið hevði fylgt við tí, sum varð komið burturúr á hesum økjum, so høvdu tey m.a. kunna skrivað um, at hetta er komið av skafti:
Orku-og umhvørvisøkið:
Breiða semju um veðurlagspolitikk Føroya, har Føroyar skulu skerja útlátið við 20% í 2020 í mun til útlátið í 2005. Føroyar eru nú við í eini tilgongd til eina komandi løgfrøðiliga bindandi avtalu á økinum.
Kunngerð um ozonoyðandi evni er sett í gildi, sum m.a. setur bann fyri innflutning og nýtslu av ozonoyðandi evnum í køliskipanum v.m.
Kunngerð um upplýsingar um brennievni er sett í gildi, sum ásetur krav um upplýsingar um innflutning og nýtslu av brennievni, sterkum vakstrarhúsgassi og ozonoyðandi evnum, so betur hagtøl kunnu fáast til vega
Byggilóggáva er løgd fyri Løgtingið sum m.a. fer at seta krøv til bjálving, sum skal minka um oljunýtsluna í allari bygging í Føroyum. Umframt at tryggja munabetri góðsku fer hetta at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi (Leggjast kann afturat, at hendan byggilógin hevur verið ávegis í 20 ár)
Spillivatnskungerð er sett í gildi til tess at minka um dálkingarvandan av kloakvatni/spillivatni í vøtnum, áum og firðum. Kunngerðin tryggjar okkum, at vit í 2015 fáa reinar ári og løkir.
Bunnkringskunngerð er sett í gildi, har krøv verða sett í samband við bunkring, sum harvið minkar um vandan fyri oljudálkingum.
Lógin um havumhvørvið er løgd fyri Løgtingið, har krøv verða sett til fráboðanarskylduna í.s.v. oljudálkingar á sjónum og bøturnar fyri oljudálkingar verða herdar munandi.
Farið er undir arbeiðið at útnevna Ramsarøkir í Føroyum, sum tryggjar øki, har sjófulgur heldur til. Føroyar tóku undir við Ramsarsáttmálanum í 1975, men tíverri er onki Ramsarøki útnevnt enn. Havandi í huga, at vit eru ein tjóð, sum hevur livað av sjófulgi, er tað í evstu løtu, at stig verða tikin til tess at verja sjófuglin.
Agenda 21 skrivstovan verður á hvørjum ári stuðlað við 500 tús kr til tess, at kommunurnar kunnu fáa eina hallgóða ráðgeving á umhvørvisøkinum.
Arbeitt verður í løtuni við nýggjari náttúrufriðingarlóg, har umframt æstetiskum vakurleika í náttúruni verður tikið atlit at veruligari náttúruvernd. Lógin er klár at leggja fyri Tingið á Òlavsøku.
Rættartrygdarøkið:
Nýggj verjumálslóg er sett í gildi, sum tryggjar fólk við menningartarni eina betri rættartrygd, heldur enn ta gomlu mannminkandi lógina.
Revsilógin er dagførd við heili 52 broytingum. Herímillum er revsiramman herd fyri kynsligan ágang móti børnum, rúsevnissmugling, grovan harðskap v.m. Áðrenn hesa dagføring var meginparturin av revsilógini elligamlar lógir frá 1930.
Revsilógin er yvirtikin sum føroyskt sermál.
Nýtt revsirættarráð er sett á stovn, sum skal ráðgeva og vegleiða á revsirættarligum spurningum.
Nýggj DNA lóg er sett í gildi fyri Føroyar, sum gevur løgregluni munandi betri møguleikar at kanna og uppklára brotsgerðir, har brotsmaðurin hevur latið lívfrøðiligt spor eftir seg. Talan kann eitt nú verða um siðamisbrot, neyðtøkur v.m.
Broyting i rættargangslógini, ið heimildar løgregluni at vera við í SSP samstarvinum, sum er eitt samstarv millum sosialar myndugleikar, skúlan og løgregluna til tess at fyribyrgja harðskap millum ung.
Broyting í rættargangslógini um hvørji likamsinntriv eitt nú løgreglan kann fremja í samband við eitt nú rúsevnissmugling. Hetta er rættartrygd bæði hjá borgarunum og hjá myndugleikunum.
Lóg um “Retshjælp til indgivelse og førelse af klagesager for internationale klageorgnar i henhold til menneskerettighedskonventioner”
Kunngerð um atkomuviðurskifti fyri fólk, ið bera brek er sett í gildi (Hendan kungerðin hevur verið ávegis í 20 ár)
Lóg um brúkaravernd i.s.v. keyp og sølu av fastari ogn er løgd fyri Løgtingið. Lógin tryggjar rættindi hjá borgarum í.s.v. sethúsakeyp.
Àlit er skrivað um harðskap í parlagi, sum innlendismálaráðið hevur luttikið í.
Útlendingaøkið
Felagsyvirlýsing er undirskrivað við danskar myndugleikar um yvirtøku av útlendingaøkinum og marknaðareftirlitinum. Yvirtøkan verður løgd fyri Løgtingið eftir at greiða er komin á leiklutin í mun til Schengensamstarvið. Hetta verður í løtuni greitt í Brussel. Væntandi er yvirtøkan klár at leggja fyri Løgtingið í komandi tingsetu, ið byrjar á Ólavsøku.
Lóg um broyting í lóg um undirtøku Danmarkar við Schensáttmálanum. Hendan lógin snýr seg um eina dagførda Schengenupplýsingarskipan, har viðkomandi myndugleikar kunnu leggja inn frágreiðingar um persónar og lutir, sum eru undir illgruna. Hetta hevur týdning í mun til marknaðareftirlitið, fyri løgreglu og tolleftirlitið, fyri fyrisiting av útlendingalógini og fyri bardaganum móti terrorismu. Hendan lógin er beinleiðis tengt at yvirtøkuni av útlendingamálum
Nýggj útlendingakunngerð er sett í gildi
Ùtlendingapolitikkur/integratiónspolitikkur er orðaður og farið verður undir at implementerað tey 5 átøkini, sm álitið leggur upp til.
Soleiðis kundi eg hildið áfram, men eg havi avmarkað meg til tey øki, sum Norðlýsið finnist at, at onki er hent. Tað hevur gingið striltið við kommunumálinum, men loksins sær tað út til, at ein loysn er í eygsjón og lógin um kommunusamanlegging verður send til hoyringar fyrsta dagin. Hetta málið skal loysast eins og loysn er funnin á Leirvíkarvegnum og nú vónandi eisini við Skálafjarðartunnlinum.