Norðmenn dýrar frítíðarbátar

Frítíðarbátarnir hjá norðmonnum eru tríggjar ferðir so dýrir, sum bátarnir hjá eitt nú svium. Hetta vísa nýggjar útrokningar, sum Elcon/ Santander Consumer Bank hevur gjørt. Útrokningarnar vísa, at miðalprísurin á bátunum, sum sviar keypa, er 70.000 krónur, meðan miðalprísirnir á norsku bátunum er yvir 200.000 krónur. Talið av frítiðarbátum í Noregi nærkast 400.000. Í Svøríki eru næstan tvífalt so nógvir bátar, 750.000.