Alt fleiri norðmenn vita ikki, hvat teir skulu siga til norskan limaskap í samveldinum.
Tað sæst í einari kanning, sum stovnurin MMI hevur gjørt fyri Dagbladet.
Har siga 42 prosent, at tey taka undir við, at Noreg fer upp í ES, og 36 prosent siga seg vera ímóti.
22 prosent vita ikki, hvat er tað rætta. Tað merkir, at talið á teimum ivasomu er vaksið, tí fyri bara einum mánað síðani søgdu 18 prosent, at tey vóru í iva. Sambært kanningini eru tað fólk, sum hava verið fyri limaskapi, sum nú eru farin at ivast, tí fyri einum mánað síðani vóru 45 prosent fyri limaskapi.