Norðmenn ov feitir

Tey ungu í Noregi hava ikki so stórar trupulleikar við vektini, men verri er hjá teimum, sum eru farin um tey 30.

Tað sæst í einari kanning, sum Gallup hevur gjørt. Har sæst, at helvtin av teimum, sum eru farin upp um 30, viga ov nógv. Av teimum, sum eru ímillum 45 og 59 ár, siga 47 prosent, at tey viga ov nógv, og 54 prosent av teimum, sum eru farin um tey 60, siga seg eisini hava trupulleikar við vektini. Kanningin hjá Gallup vísir, at 55 prosent av øllum teimum spurdu, halda seg viga ov nógv, og at tey fegin vilja hava eitt sindur burturav.

Sissel Graff-Iversen, lækni og granskari á fólkaheilsustovninum, sigur við blaðið VG, at tað er sera óheppið, at so nógv fólk stríðast við fiti. Tað kann serliga hava sálarligar avleiðingar, tí fólk kenna seg illa, og tí at nógvar royndir at klænka miseydnast, sigur hon.