Norðmenn pussa sína "gloriu" í svartkjaftinum

Norðmenn hava fiskað eini 600.000 tons av svartkjafti higartil í ár, men fiska ikki meira fyribils. Teir vilja nú síggja, siga teir, um hini londini eisini vilja "tálma" sínari veiði. Men føroyskir eygleiðarar halda, at hetta neyvan er annað enn kávalótir, tí norðmenn hava nevniliga ongastaðni at fiska svartkjaft í løtuni, tí kvoturnar eru uppi, siga føroyskir eygleiðarar

Svartkjaftur

Svartkjafturin hevur ikki verið eitt av høvuðsevnunum á skránni til ráðstevna millum Føroyar, Íslandi, Grønland, Noreg, Kanada, Russland og ES, sum var í Tinganesi mánadagin og týsdagin. Men høvið var eisini á hesum fundi at viðgera onnur mál enn tey, sum beinleiðis vóru á skránni, og sum nevnd eru í greinini omanfyri.
Eitt av málunum, sum náttúrliga var til viðgerðar, nú fiskimálaráðharrar og embætisfólk í hesum londum vóru savnaði til fundar, var svartkjafturin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, sum nógv stríð hevur verið um.

Hittast aftur í juni
Semja fekst tó ikki um veiðina, sum seinastu árini hevur verið nógv størri, enn fiskifrøðiligu tilmælini siga er ráðiligt.
Semja var tó á fundinum um, at londini skulu hittast aftur seint í juni, og hetta verður ætlandi ein fundur á embætismannastigi, nú fleiri av fiskimálaráðharrunum hava viðgjørt spurningin, sum leingi hevur verið - og framvegis ? er óloystur.
Semja hevur leingi verið millum londini um, at svartkjaftaveiðan í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum er alt ov stór, og at neyðugt er at tálma, soleiðis at heildarveiðan, sum hevur ligið um 2 miljónir tons, í minsta lagi kemur niður á 1,5 miljónir tons.
Ósemjan snýr seg um, hvussu stórur niðurskurðurin hjá hvørjum einstøkum landi sær skal verða.

Norðmenn og "glorian"
Norðmenn hava á fundinum í Føroyum sagt, at teir fyribils eru givnir at fiska svartkjaft og vilja nú síggja, siga teir, um hini londini eisini vilja tálma sínari veiði.
Men føroyskir eygleiðarar halda, at hetta bert eru kávalótir hjá norðmonnum, tí teir hava kortini ongastaðni at fiska í løtuni. Kvoturnar eru uppi, og væntandi er ikki, at norðmenn sleppa framat svartkjaftinum aftur fyrr enn til heystar, tá ið teir hava møguleika at fiska í altjóða sjógvi norðanfyri og kanska norðarliga í norskum sjógvi.
Tá ið so tann tíðin er komin, at norðmenn aftur kunnu fiska, fara teir væntandi at siga, at hini londini tálmaðu ikki sínari veiði, meðan teir ikki fiskaðu ? og fara síðan aftur at fiska svartkjaft.
Sum skilst, hava norðmenn fiskað eini 600.000 tons av svartkjafti higartil í ár ? og í fjør fiskaðu teir upp ímóti einari miljón tonsum av tilsamans tveimum miljónum tonsum, sum samlaða veiðan í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum var.