Klaksvík:
Nevndin í Norðoya frítíðar og ítróttarráð heldur ikki, at norðoyastevna er nóg áhugaverd, sum er, og tí hevur nevndin gjørt av, at fundurin um stevnuna skal verða nógv fyrr í ár.
Símin Michael Sørensen, ein av limunum í Norðoya frítíðar og ítróttaráð sigur við Norðlýsið, at í mong ár hevur verið tosað um at lyfta Norðoyastevnuna upp á eitt hægri og meira áhugavert støði.
? Vit fara at ganga undan, at broyta Norðoyastevnuna og tí fara vit longu hóskvøldið í komandi viku at hava fund við øll feløg, sum vanliga myndað norðoyastevnu. Hetta fyri at geva feløgunum longri skoðbrá at fyrireika tiltøk, sigur hann við Norðlýsið.
Fundurin verður í býráðshøllini kl. 19 hóskvøldið. Norðoyastevna í ár er sett til at verða vikuskiftið 4., 5. og 6. juni.
-sae-