Norðoyastevnuframsýningin heldur fram í dag

Hetta er 28. ferðin, at Norðoya Listafelag skipar fyri listaframsýning á Norðoyastevnu. Talan er um fría framsýning, tó at tað verður lúkað í verkunum, tí tey eru ov mong, i mun til hvat pláss er fyri.

Ein spennandi framsýning við ymiskum listasniði, sum hevur verið væl vitjað. Onkur av listafólkunum hava verið við nøkur tey seinnu árini, og áhugavert at síggja, hvussu tey flyta seg ymiskar vegir í sniði, litum og myndevni.

Tá ið listaframsýningin lat upp í gjár, spældi Føroya Karinettorkestur við ungdómum víða um úr landinum, av tveimum eisini tvær gentur úr Klaksvík.

Í ár eru talan um heili 100 listaverk, sum 30 listafólk hava málað - flestu teirra úr Norðoyggjum, men eisini aðrastaðni frá.

Beinta Gaard, Høgni Kaslalag, Birita Black, Lydia Petersen, Marner Jákupsson, Anna Mohr, Maria Waag, Magna Auðnsson, Lena Poulsen, Berit Norðoy, Vera Mørkøre, Erla H. Olsen, Astrid Mouritsen, Edith Mørkøre, Armgarð Absalonsen, eru nøkur teirra, ið standa á rúgvusmiklu listaskránni, sum listafólk - Jú, kvinnurnar hava munandi fleirtalið av listafólkunum hesaferð.

Listaframsýningin, sum er í trimum snotiligum hallum í Skúlanum við Ósánna, har eisini ber til at fáa ein kaffimunn, letur upp í dag kl. 15, og er opið fram til kl. 20. Tað er Norðoya Listafelag, sum hevur skipað og hongt hesa spennandi og fjálgu Norðoyastevnulistaframsýningina upp.