Norðoyingar kunnu nú svimja sunnumorgun

Klaksvík:
Frá komandi sunnudegi 22. mai fer Svimjihøllin í Klaksvík eisini at hava opið sunnumorgnar. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá fólki at fáa høvi at svimja sunnudagar, tá hetta sum vera man, er ein dagur, har tað liggur væl fyri hjá teimum flestu at fara at svimja. Frá sunnudegnum verður svimjihøllin so opin frá kl. 8 til 10 um morgunin og aftur seinnapartin. Í fyrsta umfari verður hetta gjørt sum ein roynd árið út fyri at vita, hvussu áhugin er. Verður undirtøkan nóg stór, kann roknast við, at hetta verður ein varandi møguleiki framyvir.
Nýggja tilboðið er ein liður í nýggju upplatingartíðunum hjá Svimjihøllini í Klaksvík, sum síggjast aðrastaðni í blaðnum í dag. Leiðslan í svimjihøllini vísir á, at tey eisini hava havt undirsjóvartunnilin í huga, nú nýggjar upplatingartíðir eru gjørdar. Tað er væl hugsandi, at tey sum koma at vitja í Klaksvík, eisini fáa hug at fara ein túr í svimjihøllina, sum jú bæði hevur barnahyl, kappingarhyl, kavingarhyl umframt sauna og solarium.