Norðoyingar raktu botnin

Norðoya Sparikassi setti helst føroyskt met, tá teir mánadagin svaraðu aftur upp á rentulækkingarnar hjá hinum fíggjarstovnunum.

Úr 4,25% í 3,45% fyrsta veðrætt. Og rentan á øðrum veðrætti fer úr 6,75% niður í 5,45%. Tað var kontanta svarið, sum væl kann hugsast at seta enn meira ferð á gongdina við rentulækkingunum. Til sammetingar kann sigast, at hægsta innlánsrentan hjá Norðoyar Sparikassa er 3,50%. Altso hægri enn lægsta útlánsrentan.
Lítið man vera at ivast í, at tað ikki fer at ganga so long tíð, har rentumunurin millum ymsu peningastovnarnir er somikið stórur, sum hann er við hesum stiginum hjá Sparikassanum. So er spurningurin bara, hvørt avleiðingin verður enn ein rentulækking frá teimum stóru, ella um norðoyingarnir aftur hækka rentuna seinni.