Norðskála-Oyrar skúli fyllir runt í hesum døgum, og tað verður markerað við hátíðarhaldi í skúlanum í dag, har ymiskt forkunnugt og spennandi er at síggja og hoyra Í hesum døgum eru 40 ár liðin síðani Norðskála-Oyrar skúli varð vígdur. Í tí sambandi verður skipað fyri almennum hátíðarhaldi í dag klokkan 16.00, har nógv forkunnugt og spennandi er á skránni.
Millum annað er eitt næmingayvirlit gjørt, ið vísir, at 329 næmingar hava gingið í Norðskála-Oyrar skúla. Hetta sama yvirlit vísir eisini, hvar gomlu næmingarnir búgva í dag og hvat teir starvast við.
Av øðrum forkunnugum er bæði sjónvarps- og útvarpsbrot, umframt gamlar myndir. Eisini hava fyrireikararnir fingið hendur á gomlum protokollum, ið føra smá 100 ár aftur ? protokollir frá gamla Oyrar skúla og Norðskála skúla.
Fyrireikararnir siga seg vóna at savna gamlar næmingar og avvarðandi, umframt onnur, ið hava áhuga fyri tiltakinum, sum verður í dag kl. 16.00.
Skráin er henda:
- Filmur frá vígslu skúlans
- Brot úr útvarpssending, tá skúlin varð vígdur
- Framsýning við gomlum skúlamyndum
- Hugleiðing um skúlatíðina tá
- Næmingayvirlit yvir hesi 40 árini
- Kaffi og køkur