Norður- og hátýska málið í Skandinavia í Hansatíðini og í 16. øld

Almennur fyrilestur verður á Fiskirannsóknarstovuni hóskvøldið 14. september 2000 kl. 20.

Kurt Braunmüller, dr. phil.habil., professari, heldur fyrilestur, ið hann kallar: »Luturin hjá tí norður- og hátýska málinum í Skandinavia í Hansatíðini og í 16. øld«

Kurt Braunmüller er professari í málfrøði, dr.phil. habil. við Universitetið í Hamburg. Hann hevur m.a. skrivað um føroyskt í bókini ?De nordiske språk?, sum kom út í 1998. Hann var ein av fyrireikarunum og fyrilestrahaldarunum á ráðstevnuni um málvísindalig ástøði og føroyskt, sum var í Føroyum í juni í ár.

Fyrilesturin verður í tveimum, hvør parturin umleið hálvan tíma við steðgi uppá 15 min. ímillum.

Fyrri parturin verður um tær mentunarligu og málsligu fyritreytirnar fyri sambandi millum Norðurtýskaland og Skandinavia (Danmark og Svøríki). Dentur verður serliga lagdur á tað serliga málsliga sambandið, ið ger tað møguligt at skilja hvønn annan, tá málini eru nær í ætt.

Seinni parturin verður um treytir og fyritreytir fyri víðari málsligum sambandi við týskt aftaná trúbótina, tá bíbliutýðingarnar hjá Luther fáa ein avgerandi lut fyri menningina av nýggjum tekst- og stílnormum bæði í donskum og í svenskum.

Herfyri kom ein bók, sum er ein góð innleiðsla í evnið. Tað er Vibeke Winge: Pebersvend og poltergejst. Tysk indflydelse på dansk. Gyldendal, København 2000.